Kvikk kom beint áðrenn døgurða á Kósina við útvið 300.000 pundum av toski av Flemish Kap.
Kvikk kom beint áðrenn døgurða á Kósina við útvið 300.000pundum av toski av Flemish Kap.
Kvikk byrjaði at fiska 4. juni og høvdu fingið uppí 11. juni.So sigast má, at fiskiskapurin á Flemish Kap er góður, sum aðrir bátar eisinihava merkt. Umborð á Kvikk mettu teir veiðuna til at liggja um 270.000-280.000 pund. Tað tekur umleið 8 dagar at sigla hvønn vegin, so mesta tíðin aveinum slíkum túri fer til sigling.
Á Kósini væntaðu teir, at miðalprísurin fór at liggja um 11.kr. kg. fyri lastina.
Skipari hendan túrin var Tommy Sivertsen.




