Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu hækkaðu við 3,7% í 2012

Tíðindaskriv

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu hækkaðu við 3,7% ella 1,4 mió. kr. í 2012, tá samanborið verður við 2011. Í 2012 vóru Inntøkurnar hjá Vágs kommunu 39,1 mió. kr. í mun til 37,7 mió. kr. árið fyri.

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu hækkaðu við 3,7% ella 1,4 mió. kr. í 2012, tá samanborið verður við 2011. Í 2012 vóru Inntøkurnar hjá Vágs kommunu 39,1 mió. kr. í mun til 37,7 mió. kr. árið fyri.

Rakstrarútreiðslurnar hjá Vágs kommunu hækkaðu eitt vet frá 2011 til 2012, úr 27,9 mió. kr. í 2011 til 28,2 mió. kr. í 2012. Ein hækking á 1,1%.

Í 2012 gjørdi Vágs kommunan íløgur fyri tilsamans 8,6 mió. kr. Serliga er talan um íløgur í nýggjan dagstovn og í havnalagið inni á Oyrunum.

Vágs kommunan hevur í 2011 og 2012 gjørt íløgur fyri tilsamans 22,7 mió. kr. Íløga er gjørd í nýtt ellis- og røktarheim, Hamragarð, sum varð tikið í nýslu í 2011. Í mai varð nýggi dagstovnurin Eikilund tikin í nýtslu. Harvið hevur kommunan bygt nýggjar og stásiligar karmar til okkara elstu og yngstu borgarar, soleiðis at hesi hava fingið bestu karmarnar kommunan nakrantíð hevur kunnu bjóðað á hesum økjum.

Í 2012 varð eisini gjørd íløga á havnalagnum inni á Oyrunum, soleiðis at Smyril nú bunkrar á Vági umleið 3. hvørja viku. Atløgusíðan inni á Oyrunum, ið varð gjørd í samband við bunkringina hjá Smyril, kann sjálvsagt eisini nýtast til onnur stór skip, og væntar kommunan eisini aðrar inntøkur í framtíðini av hesi útbygging á havnalagnum.

Sæð undir einum, var nettoskuldin hjá Vágs kommunu við árslok 2012 góðar 41,5 mió. kr., sum er eitt vet hægri enn inntøkan í 2012, sum var 39,1 mió. kr.

Vágs Kommuna rindaði góðar 5 mió. kr. í avdráttum í 2012. Avdrátturin verður hin sami komandi árini, og minkar lániskuldin hjá kommununi sostatt lutfallsliga skjótt.

Harleyfacadeacryl