Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Dartfelag endurstovnað

Jákup Ósá

Á stovandi aðalfundi týskvøldið bleiv Jann í Giljum valdur til nýggjan formann í Klaksvíkar dartfelag. Nýggi formaðurin sigur, at fyrst og fremst skulu hølir fáast til vega til felagið, sum eisini hevur ætlanirnar um at skipa fyri kappingum.

Týskvøldið var stovnandi aðalfundur av Klaksvíkar Dartfelag. Fitt av fólki var møtt upp, nú klaksvíkingar gjørdu eina roynd at endurstovna felagið. Nýggj nevnd bleiv vald í Klaksvíkar Dartfelag. Í nevndina komu Kristian Joensen, Jann í Giljum, Fróði Baldvinsson, Terja Ósá og Lillian Jacobsen. Til tiltakslimir blivu Anker Hansen og Judit Eliasen vald. Nevndin skipaði seg við Jann í Giljum sum formanni.


Kennir til dart

Jann í Giljum er nýggjur formaður í Klaksvíkar Dartfelag. Hann sigur, at hansara royndir við dartspælinum gjørdu, at valið til formann fall á seg.

– Av øllum, sum møttu upp til endurstovnan av felagnum, var megin parturin nýggir spælarar. Soleiðis vóru tað bert tríggir persónar, ið høvdu1 spælt í longri tíð. Tí kom uppskot til, at tað skuldi verða eg, ið endaði sum formaður í Klaksvíkar Dartfelag. Tað er nokk bara kunnleikin til dart ið gjørdi meg til formann, sigur nýggi formaðurin.


Les alla samrøðuna í Norðlýsinum, ið fæst til keyps í sølubúðunum eftir kl. 16.00 í dag.


Myndir: Símun á Høvdanum