Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld skipar Treysti fyri kapping á Tórsbreyt

Treysti

Í kvøld fer Treysti til Havnar at skipa fyri kapping í frælsum ítrótti á Tórsbreyt. Talan er um 3. og seinasta umfar í Grand Prix á breyt. Hini bæði umførini vóru 25. mai og 8. juni. Tá vóru tað havnarfeløgini Bragdið og Hvirlan, sum fyriskipaðu hvør sítt umfar. 

Bæði Rutt Gregersen og Elin Kristina Ryan hava stór framstig higartil í ár
Tað er FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya), sum saman við feløgunum fyri frælsan ítrótt, íð skipa fyri Grand Prix á breyt. Í hvørjum Grand Prix umfari verður kappast í spurti, miðteini, lop og kast. Bólkarnir eru fyri gentur og dreingir í aldrunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og 20 ár og eldri. Stig verða givin í hvørjum umfari. Heiðursmerkir verða latin til tey, sum hava vunnið sær flest stig eftir øll trý umførini. Børn 5-7 ár sleppa at royna seg í einari grein hvørja ferð, man kappast tó ikki.
Til Grand Prix kappingina í kvøld eru omanfyri 300 startir tilmeldaðir. Kappingarnar byrja kl. 18.30 og enda beint eftir kl. 22.00. Greinarnar sum eru á skránni í kvøld eru:
5-7 ár: Bóltkast
8-9 ár: 80m, 400m bóltkast og longdarlop
10-11 ár: 200m, 600m, bóltkast og longdarlop
12-13 ár: 200m, 1.500m, trístøkk og spjótkast
14-15 ár: hekkurenning, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop
16-17 ár: hekkurenning, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop
18-19 ár: hekkurenning, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop
+ 20 ár : hekkurenning, 1.500m, kúlustoyt og longdarlop

Treysti hevur í øllum umførunum havt fleiri íðkarar við, sum hava staðið seg væl. Fleiri teirra fara at koma norður aftur við heiðursmerkjum, sum verða handaði leygardagin.
Maria Biskopstø hevur góð rennievnir, men eisini góð evnir í øðrum greinum. Her er tað longarlop.
Av tí at umstøður ikki eru, at venja frælsan ítrótt í Klaksvík, so hevur Treysti leigað buss út á Svangaskarði hvønn mánadag síðani í byrjanina av mai. Harumframt hava tey eisini mikudagar verið úti á Svangaskarði og trenað, men tá hava foreldur koyrt.
Treysti hevur rennarar, sum bæði skulu uttanlanda við Oyggjaleikalandsliðnum og ungdómslandsliðnum í summar, og tí er nærmasti møguleiki fyri venjing á breyt, at koyra út á Svangaskarð, men í longdini er tað als ikki ein haldbar støða fyri felagið.
Monika Pernille Jacobsen roynir seg í skjótkasti

Harleyfacadeacryl