Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin á ting

Óluva Klettskarð

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur avgjørt, at hann ætlar á ting komandi heysthálvu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur avgjørt, at hann ætlar á ting komandi heysthálvu.

Í Klaksvík hava vit havt ávísa siðvenju við hesum, at borgarstjórin eisini røkir tingsess. Fyrstur at brúka henda møguleika var Jógvan við Keldu, og tað var í hansara setu, at Kommunulógin fekk hetta undantak frá regluni. Hvussu hetta hevur roynst í verki, man áðurnevndi borgarstjóri duga best at meta um. Og so varaborgarstjórin, sjálvandi, sum tá æt Steinbjørn O. Jacobsen.

Sjálv havi eg í kvøld atkvøtt fyri, at Jógvan Skorheim kann útinna annað starv. Her er talan um lógarheimilað starv, fólkavald størv. og tað ætli eg hvørki at nokta ella forða honum.

Men tað merkir á ongan hátt, at eg eri samd við honum, at hetta er skilagott val. Hvussu borgarstjórin fremur sítt virki í tinginum, taki eg ikki støðu til. Hinvegin fari eg ikki at lata borgarum ella veljarum okkara lynda í hesum máli. Her verður verki at tryggja og vera varðhundur, so borgarstjórasessurin hvørki verður vanrøktur ella tómur, og at framhaldandi gott samstarv verður í hesi samgongu, so kommunalpolitisk mál vera framd við fyrstu raðfesting.

Tað eru veljarar Skorheims, ið skulu taka støðu til, um hetta mál vendir rætt. Veljarin, Norðoya Sjálvstýrisfelag og Sjálvstýrisflokkurin eiga at spyrja seg spurningin, um hesi bæði størv kunnu røkjast til lítar ella um tað er moralskt rætt at sita í tveimum so týðandi størvum.

Eg eri vald í Klaksvíkar býráð, og mítt starv er tryggja, at arbeiðið í kommununi verður framt! Og tað ætli eg mær at taka í fullum álvara. Vit í Tjóðveldi taka bert atlit at, hvussu borgarstjórin fremur sítt dagliga starv sum borgarstjóri, t.v.s. virki hansara her í býnum. Meirilutin hevur gjørt politiska semju um, at borgarstjórasessurin verður væl røktur, og varaborgarstjórinkemur inn, tá tørvur er á tí, hetta tíðarskeiðið fram til jóla.

Óluva Klettskarð