Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grímur: – Hetta er langt úti!

Jákup Ósá

Grímur Lassen fær illa sett orð á støðuna í løtuni hjá Jákup B, tí bjargingarskipanin er út av lagi vánalig.

Grímur Lassen er eigari í Jákup B og hevur samband við skipið. Hann greiður soleiðis frá støðuni í løtuni.

– Sigmund fekk fatt í Jákup B nú og teir sleipa í løtuni við 5 míla ferð. Um hetta er nøkur haldbar loysn, so kemur Jákup B heim um 14 dagar, har vit missa 250.000 kr. um dagin, meðan Sigmund kemur heim við einari rotnar last, sigur Grímur Lassen.

Hann er týðiliga óður um støðuna, tí hetta kann ikki gerast upp í pengum og trygging.

– Hvat hava vit eina bjargingartænastu til? Um teir skulu kanna trygarskeið, um fólk eru í vestum, fylgja regatta sigling o.a., so er endamálið rokkið. Tað virkar sum at vit skulu bara hava eitt bjargingarfelag, men vita ikki, hvat vit skulu brúka tað til. Í slíkari støðu skuldi eitt bjargingarskip fari avstað beinanvegin og so handlar man prís og trygging aftaná. Hetta hevur størri týdning enn bara at tosa um pengar. Hetta er langt úti og vísir, at skipanin als ikki virkar, sigur Grímur Lassen við Norðlýsið.

Hann sigur, at í gjár var illveður. 21 m/s og alda uppá 10-15 metrar, so umstøðurnar vóru ikki góðar. Men í dag er betri veður og framyvir verður betri veður, sigur hann.