Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Albert fegnast

Jákup Ósá

ÍF venjarin greiðir frá, hví Høgni Madsen ikki spældi og um sannførandi avriki hjá Leivi Joensen.

ÍF venjarin greiðir frá, hví Høgni Madsen ikki spældi og um sannførandi avriki hjá Leivi Joensen.

ÍF liggur í løtuni greitt á 2. plássi í Effodeildini. Fyri tey flestu kanska heldur óvæntað, tí útskiftingin undan kappingarárinum var stór. Fríggjakvøldið vann ÍF 2-1 á Víkingi. Albert Ellefsen helt, at teir komu væl aftur í seinna hálvleiki.

– Vit avtalaðu í hálvleikinum, at vit máttu gera tað nógv betri í seinna hálvleiki. Vit skora so uppá eitt hornaspark og vit vistu áðrenn, at Víkingar dekkaðu illa upp í hornaspørkum. Men hetta var ein góður sigur at fáa, sigur ÍF venjarin.

Um avrikið hjá Leivi Joensen, ið legði upp til bæði ÍF málini sigur hann soleiðis.

– Tá eg kom til her, so hevði eg ongantíð sæð Leiv spælt. Hann vandi við KÍ í vetur og var í fjør millum bestu leikararnar á unglingaliðinum hjá KÍ, sum eg skilji. Men frá fyrsta degi sá eg, at hetta var ein sera dugnaligur leikari. ÍF skulu vera glaðir fyri, at Leivur spælir við ÍF og hann hevur potentiali til at blíva kanska besti høgri bakkur í Føroyum. Eg plagi at samanbera hansara innlegg við tey hjá David Beckham, sigur Albert.


Høgni avsettur

Høgni Madsen leikti ikki við ÍF fríggjakvøldið og Albert greiðir soleiðis frá, hví so var.

– Høgni hevur verið í feriu í 14 dagar og kom ikki aftur fyrr enn týsdagin. Tí metti eg ikki, at hann var klárur at spæla longu fríggjakvøldið. So hann verður við móti KÍ ístaðin, sigur Albert Ellefsen.