Eisini í Vágunum er eitt Vatndalsvatn, tað liggur ímillum Sørvág og Bø, einar 300 metrar uppi, har høvdu vit, nakrir sílafiskarar sett okkum stevnu.
Eisini í Vágunum er eitt Vatndalsvatn, tað liggur ímillum Sørvág og Bø, einar 300 metrar uppi, har høvdu vit, nakrir sílafiskarar sett okkum stevnu.
Longsta dag var farið. Veðrið var av tí allar besta, tó var lotið nakað kalt. Vit settu á at ganga nakað sunnanfyri ánna, so ikki var so ógvuliga drúgvt at taka seg niðan. Útýnið var heilt ótrúligt.
Vit kundu sjálvandi ikki lata vera við at brúka tíð uppá ótrúliga vøkru náttúruna í Vágunum, heilt annarleiðis enn tað vit síggja í Norðoyggjum og helst tí virkaði hetta sera forkunnugt. Tá tú ferðast í egnum landi, verður tú ovfarin av hvussu ymisklig og tó so lík, náttúran á teim ymisku plássunum í Føroyum er.
Ná men vit skuldu royna at fáa nøkur síl á Vatndalsvatni. Tað gjørdist eitt skuffilsi. Vatnið var sera stórt og flott, eg meti at tað var størri enn eitt nú Saksunarvatn, men vatnið her virkaði meira deytt.
Vit sóu bert nakrar fáar ringar á vatninum, sum boðaðu frá at síl vóru í vatninum. Sjálvur var eg fastur í einum lítlum síli, sum eg ikki fekk upp, tað var fongurin hjá okkum fýra, sum royndu við vatnið í einar tveir til tríggjar tímar.
Heimafturkomin, kundi eg ikki lata vera við at ringja til vágamannin og sílafiskaran Tummas Hans Gaardlykke.
Tummas Hans segði, at fyrr vitsti hann um, at menn høvdu fingið nógv síl á Vatndalsvatnið, men at tey altíð vóru smá. Hatta vatnið hava vit her vesturi ikki brúkt nakað serligt til sílaveiðu, og tað er langt síðani at eg var har uppi, segði Tummas Hans. Hann segði eisini, at ein lómur plagdi at eiga við norðaru síðu av vatninum, men har sóu vit ongan lóm, hóast vit leitaðu nakað.
Men sjálvt um vit onki síl fingu, so fingu vit eina ótrúliga flotta og hugnaliga løtu hetta kvøldið. Ein sovornan túr í vøkru føroysku náttúruni fer ikki úr aftur høvdinum nakrantíð. Tú kanst altíð taka tað fram í hugaheiminum og ikki minst gevur tað vitan til prát millum vinir.
Væl kann vera at vatnið goymir meira enn tað vildi vísa okkum hetta kvøldið, so hevur tú hug, so royn. Men spyr onkran av eigarunum har áðrenn tú fert, tað er góður skikkur.
Omanafturkomnir kundu vit ikki lata vera við at royna eina løtu á Sørvágs/Leitisvatni, men tað gav heldur onki, hóast nógv sást til sílini har, so fiskieydnan var ikki við okkum tað kvøldið.
Umframt ein góðan túr fingu vit eisini nakrar myndir:




