Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matr.nr. 25v, Norðoyri til sølu

Hannefíða Joensen

Matr.nr. 25v, Norðoyri

Í konkursbúnum Sp/f Norðhús í konkurs verður matr.nr. 25v, Norðoyri við hesum lýst til sølu. Talan er um grundøki til íbúðarverkætlan hjá Sp/f Norðhús, nú í konkurs, og er talan um eina íbúðarverkætlan, harav matr.nr 25v er grundøki, sum er gjørt klárt til seks íbúðir.

Stykkið er grivið út og planerað, sjøtul er settur á kloakkarbeiðið, eisini eru tveir veggir settir upp. Tað er ein byrða lýst á matr.nr., og hon umfatar eina tvey ára byggifreist, frá tí at nýggjur eigari keypir stykkið.

Um spurningar eru til stykkið, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við undirritaðu.

Prísuppskot fyri stykkið, til hesar seks íbúðirnar, er kr. 1.000,000,00.

Boð kunnu gevast til Mimi Steintórsdóttir, adv., ms@lawfirm.fo, tlf. 506030 ella til Poulinu Jacobsen, pj@lawfirm.fo, tlf. 203056