Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús livir upp til krøvini

John William Joensen

– Klaksvíkar Sjúkrahús gevur seg ikki út fyri meira, enn tað er, og livir upp til krøvini hjá Heilsustýrinum, sigur Jákup Petersen, yvirlækni.

– Klaksvíkar Sjúkrahús gevur seg ikki út fyri meira, enn tað er, og livir upp til krøvini hjá Heilsustýrinum, sigur Jákup Petersen, yvirlækni.

Klaksvíkar Sjúkrahús livir upp til øll krøv, sum danska Heilsustýrið setir

til smærri sjúkrahús, sum virka í einum lokaløki.

Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at modellið, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur, er fullkomiliga í tráð við tað, sum Heilsustýrið krevur. Sjúkrahúsið hevur ongar ætlanir um at verða meira, enn tað er, sigur hann.

Jákup Petersen vísur á orðing hjá Heilsustýrinum um smærri sjúkrahús:

I alle regioner er der særligt tyndt befolkedeområder´med ø- eller ølignende geografi, der kan nødvendiggøre specifikke løsninger som fx præhospitale ordninger og modtagefunktion for akutte patienter på et sygehus tilpasset de lokale forhold.

Sundhedsstyrelsen anbefaler, at der – hvor særlige behov som store afstande eller lign. gør sig gældende – kan oprettes nære tilbud fx i form af skadeklinikker betjent af læger og/eller sygeplejersker (under lægeligt ansvar), hvor patienter med mindre og ukomplicerede skader kan behandles. De nære tilbud kan etableres i regi af almen praksis eller sygehusvæsenet.

Kravene til kvalitet i behandlingen skal svare til kravene i almen praksis.

Jákup Petersen sigur, at hetta er júst tað, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur bygt upp.

Í kjalarvørrinum av Norðoyartunlinum og broyting av kommunulæknavaktini í Norðuroyggjum og Eysturoy hava verið stórt tal av fundum millum Klaksvíkar Sjúkrahús, Heilsumálaráðið, kommunulæknar, ambulansutænastuna og 1870 soleiðis, at ein trygg sjúklingagongd kann tryggjast. Og her er komið á mál, og ein dygg og trygg tænasta kann nú veitast til sjúklingarnar á hesum øki, sigur yvirlæknin.

Samrøðan omanfyri við Jákup Petersen varð prenta í Norðlýsinum í Januar 2011.

———-

115 ár síðan Klaksvíkar Sjúkrahús varð bygt

Mánadagin 8. Juli verður Norðlýsið borið í hvørt hús í landinum har evni í blaðnum verður Klaksvíkar Sjúkrahús. Lýsingar og annað tilfar skal verða okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 5. Juli.

Lýsingaprísir:

1/1 síða kr. 7.000,-

½ síða kr. 4.000,-

¼ síða kr. 2.000,-

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík. Sjúkrahúsið skuldi serliga hýsa sjúklingum, ið vórðu
komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til at vera heima við hús. Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lógvatak saman við Norðoyingum og innsavnan av peningi fór ígongd
mitt í 1890’unum.Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898 vóru allar rokningar longu goldnar og peningur eftir á kistubotninum til at keypa tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum er frá fyrst í 1960’unum við tilbygningi í 1988. Fyrst í 1980’unum varð Norðoya Røktarheim tikið í nýtslu.

Norðlýsið ferð at lýsa tað arbeiðið sum í dag verður gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og spyrja hvør framtíðarleikluturin hjá sjúkrahúsinum er í samfelagnum í dag.