Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ borgar fyri undirhaldi

Jákup Ósá

Um vit gera undirhald upp í málum, ið koma í dystunum.

Hetta skal skiljast soleiðis, at í dystunum hjá KÍ koma flest mál í Effodeildini í ár. Tilsamans eru 54 mál komin í teimum 14 dystunum hjá KÍ ella 3,86 í miðal. Í hinum endanum liggur TB, har 31 mál eru komin í teimum 14 umførunum ella 2,21 mál í miðal.

At áskoðaratølini eru vaksandi hjá KÍ í mun til undanfarnu ár er tí kanska einki at siga til, tí dystirnir nærum altíð hava nógv mál. Hinvegin er tað nokk ein trupulleiki, at undirhaldið eisini hevur merkt, at nógv mál eisini eru farin ígjøgnum og tískil liggur KÍ nummar 6 í løtuni.

Soleiðis sær listin út máldur í, hvussu nógv mál eru komin í dystunum hjá teimum ymisku liðunum.

1. KÍ 54

2. 07Vestur 45

3. ÍF 49

4. EB/Streymur 46

5. AB 46

6. HB 44

7. NSÍ 40

8. B36 39

9. Víkingur 38

10. TB 31