Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin innrás í B36 í summar

Jákup Ósá

B36 fer ikki út at brúka pengar uppá leikarar í summar, sigur Mikkjal Thomassen, ið er venjari hjá B36.

B36 missur Martin Pedersen, ið fer av landinum vegna arbeiði. Men B36 fer ikki út at styrkja um hetta plássið.

– Vit fara ikki út at brúka pengarnar, ið vit spara við Martin uppá nakran annan leikara. Fáa vit tilgongd, so verður tað natúrlig tilgongd, har leikarar flyta til Havnar ella byrja í skúla í Havn. Tað eru onkrir slíkir leikarar, men einki er komið uppá pláss hesum viðvíkjandi og vanliga fara hesir fyrst inn á næstbesta liðið fyri at vit kunnu hyggja eftir, hvat teirra støðið er. Síðani er møguleiki fyri, at teir koma í besta hópin, sigur Mikkjal Thomassen við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl