Á miðdegi í dag kom Christian í Grótinum á Klaksvík. Hann hevur samtrolað við Norðborg eftir makreli og hevur góð 600 tons av heysaðum makreli og nakað av frystum slógvi.
Á miðdegi í dag kom Christian í Grótinum á Klaksvík. Hann hevur samtrolað við Norðborg eftir makreli og hevur góð 600 tons av heysaðum makreli og nakað av frystum slógvi.
Norðborg, sum eisni er um at vera fullsett, kemur á Klaksvík seint í morgin ella fríggjadagin.
Christian í Grótinum legði at á Kósini, tí stóra ferðafólkaskipið Queen Victoria við teimum 1900 ferðafólkunum skuldi leggja at bryggju í Norðhavnini.




