Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treylarar koyra fiskin norður

Jákup Ósá

Christian í Grótinum landar á norðara enda á Kósini í kvøld, har privata landingarfelagið í Klaksvík og Faroe Ship landa tey góðu 600 tonsini av avhøvdaðum makreli.

Christian í Grótinum landar á Kósini, har treylarar flyta fiskin norður í frysti goymsluna í Ánunum.

Christian í Grótinum landar á norðara enda á Kósini í kvøld, har privata landingarfelagið í Klaksvík og Faroe Ship landa tey góðu 600 tonsini av avhøvdaðum makreli.

Nú Norðhavnin er upptikin vegna vitjanina hjá Queen Victoriu, so liggur Christian í Grótinum á norðara enda á Kósini og landar. Har eru tveir treylarar, ið taka ímóti og síðani koyra makrelin norður í frystisgoymsluna í Ánunum, har skipini hjá P/F Hvalnes altíð avskipa avhøvdaða makrelin.

24 tons sluppu uppá hvønn treylara í senn, og tá Norðlýsið var á bryggjuni lótu teir ikki illa at. Meir útreiðslurnar av hesum eru, at treylarar skulu koyra fiskin norður, men hetta var at liva við.

Harleyfacadeacryl