Viðareiðis-tema: Válgarin, sum er handilin á Viðareiði, hýsir ikki bert viðingum, sum keypa. Tað er stutt millum vitjanir av ferðafólkum í handlinum. Í kaffikrókinum í ein vestan er útsýnið av tí vakrasta, ið hvussu er fyri eitt útlendskt ferðafólk. – Har sita ferðafólkini og nýta ein kaffimunn, sigur Eyð Joensen, sum eigur og rekur Válgarin.

Viðingar eru hepnir at hava ein handil í bygdini. Válgarin sparir viðingum nógvar biltúrar til Klaksvíkar. Líkt er eisini til, at viðingar eru glaðir fyri hesa tænastuna. Raksturin koyrir sum hann skal og tølunum bilar einki. Jú grundarlag er fyri handli í bygdini.
At reka handilin, hevur Eyð góða hjálp. Umframt mannin, sum er hollur stuðul, eru fleiri enn Eyð, sum standa innan fyri diskin. M.a. Eydna Steinberg, sum Eyð er mostur at. Sí mynd niðanfyri.
Útsýnið sum ferðamál
Men tað eru ikki bert viðingar, sum halda tølunum á eini positivari síðu. Útlendingar hjálpa eisini til, hóast teir ikki eru vanir at leggja nógv eftir seg.
Eyð greiðir soleiðis frá, tá ið spurt verður um ferðafólk:
– Teir dáma væl at koma inn á gólvið og best dámar teimum kaffikrókin.
– Teir keypa sær ein kaffikopp og kanska okkurt afturvið og seta seg síðani í kaffikrókin at nýta útsýnið. Summi sita heilt leingi og vilja illa nokk reisa seg aftur.
– Oftani verði eg eisini spurd um, hvussu eg klári at lata vera við at sita í kaffikrókinum og skoða landslagið. Tá sipa teir til útsýnið, sum er ótrúligt í teirra eygum.
Kanska burdu viðingar gjørt meira burturúr at fingið útlendingar á kaffivitjan og boðið teimum útsýnið eina løtu. – Ferðavinnan hevur ongar avmarkingar, tað er bert hugflogið, sum setir markið.