Aktuelli føroyski rappbólkurin Swangah skal spæla á Summar Festivalinum í august.
Aktuelli føroyski rappbólkurin Swangah skal spæla á Summar Festivalinum í august.
Swangah hevur verið nógv frammi við sínum eyðkenda rapptónleiki, sum er bæði provokerandi og innbjóðandi hvørt um annað. Teir leggja ikki fingrarnar ímillum, tá ið teir rappa, og teir klára eisini at fáa sangirnar á flog við góðum niðurløgum.
Swangah eru fløguaktuellir, tí í næstu viku kemur nýggja útgávan hjá teimum, kallað Undirgangstónar, út, og seinastu tíðina hevur ein av sangunum av hesi útgávuni verið nógv at hoyrt.
Swangah var eisini við á Summar Festivalinum í fjør, og tá høvdu teir eina góða og lívliga framførslu í Tjaldinum. Hesaferð skulu teir spæla á stóra palli á Vágsbøi.




