Tað verður Kristian Joensen, ið skal verja málið hjá ÍF
Tað verður Kristian Joensen, ið skal verja málið hjá ÍF, tá ÍF leikar sín fyrsta Europa League dyst í Føroyum 4.juli.
Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF, váttar fyri Norðlýsinum, at ÍF hevur gjørt avtalu við Kristian Joensen um, at vera partur av hópinum 4.juli. Hann sigur, at Jákup Mikkelsen helst ikki verður tøkur hendan fyrra dystin vegna feriu og tí hava teir fingið Kristian í hópin. Eftir hetta fer Kristian so aftur til NSÍ at leika í seinnu hálvu av kappingini í Effodeildini.




