Tað kann væntast gott undirhald í seinasta leikumfarinum áðrenn summarsteðgin.
Tað kann væntast gott undirhald í seinasta leikumfarinum áðrenn summarsteðgin.
Um 15. umfar: Toppliðini hava øll truplar dystir hetta umfarið. At síggja til er tað bara B36, sum er greiður favorittur. Tá hetta samstundis er seinasta umfar fyri summarsteðgin, so kann væntast, at øll liðini fara at leggja eyka nógv fyri, so at tey kunnu halda summarfrí við einum sigri. Tað kann gera, at vit koma at fáa nakrar sera undirhaldandi og málríkar dystir og kanska nøkur reyð kort eisini.
AB-NSÍ 1
AB er umsíðir komið í gongd og hevur seinastu trý umførini fingið 7 stig, har teir m.a. hava vunnið tveir sterkar sigrar á heimavølli. Tað, sum fyrr í ár gekk ímóti, virkar at ganga við nú innan fyri marginalarnar. Hjá NSÍ vísti B36 dysturin aftur, at liðið framvegis er ov óstøðugt og fær tí ikki stabilisera seg frammanfyri miðjuna í deildini. Fyrr í ár koppaði hesin dysturin til NSÍ í einum jøvnum dysti, har AB kanska leikliga var betri. Hesaferð væntar Norðlýsið, at tað koppar til AB.
B36-07Vestur 1
B36 er í einum góðum stima í løtuni og kappast nú av álvara um fremstu plássini aftanfyri HB. Árstalsfelagið hevur tó havt ávísar trupulleikar á heimavølli fyrr í ár móti á pappírinum veikari liðum. 07Vestur sær ikki út til at fáa vent síni keðiligu gongd og liggur nú aftast. Norðlýsið væntar ikki, at teir gera nakað í Gundadali, hóast ein javnleikur eisini kann koma uppá tal.
TB-EB/Streymur 2
TB hevur í løtuni trupult við at skora mál. Bara eina ferð hava teir funnið net meskarnar seinastu trý umførini, har liðið heldur ikki hevur vunnið nakran dyst. Men við Stórá hevur aldursforsetin ikki tapt nakran dyst í ár. Hinvegin eru meistararnir væl koyrandi í løtuni, og eingin hevur enn megnað vunnið á teimum, síðani Egil á Bø kom aftur á liðið. Í fjør var EB/Streymur fyrsta liðið, ið vann móti TB við Stórá og tað fara teir væntandi eisini at vera í ár.
Víkingur-HB 2
Víkingur er komið í ein aldudal, ið ongan enda tykist hava. Sjálv avrikini hesar báðar seinastu dystirnar hava ikki verið heilt av leið, men teir hava ikki fingið nakran sigur síðani 7. apríl í landskappingini. HB er framvegis trygt oddalið og vann tryggan 3-0 sigur á Víkingi fyrr í ár. Tað kann blíva ein javnari dystur enn stigatalvan sigur, og Víkingur hevur ongan heimadyst tapt í ár. HB vinnur dystin, um teir raka ein hampuligan dag grundað á, at teir spæla við hægri sjálvsáliti í løtuni og hava fleiri streingir at spæla uppá.
ÍF-KÍ X
ÍF er kanska einasta liðið í Effodeildini, ið sær út til at vera væl betri enn eg metti áðrenn kappingina. Gongdin seinastu tíðina er eisini góð og moralurin á liðinum tykist góður. Liðið er blivið kent fyri at koma aftur í dystum, har teir koma afturum. Hjá KÍ ber lítið og einki til fyri tíðina, men avrikið við Margáir var gott fram til útvísingina í seinna hálvleiki. Hetta er ein dystur, har breiddin á liðunum báðum kemur til sjóndar, tí fleiri leikarar vera ikki tøkir. Bæði liðini mangla sín málverja, meðan fleiri leikarar hava skaðar at dragast við á báðum liðum. Vit hella mest til ein javnleik í einum undirhaldandi og málríkum dysti hóast, at gongdin seinastu tíðina sigur, at ÍF vinnur.




