Útoyggjastevnan 2013: Hóast sera nógv tiltøk kring landið hetta vikuskiftið, møttu nógv fólk úti á Kirkju í Fugloy til útoyggjastevnu í gjár. Tað er ilt at meta um, hvussu nógv gestir vóru úti í Fugloy í gjár. Men Norðlýsið torir at skjóta upp á góð 500 fólk. Og tey hugnaðu sær í góðveðrinum.

Veðrið var við útoyggjastevnuni í ár. Til morgunmatarborðið var illa nokk sitandi fyri hita. Tá ið leið út á seinnapartin, kom eitt lítið bros av loti væl við. Men ikki soleiðis at hetta ávirkaði nakran hatt nakað sum helst. – Gott veður.
Gott veður og gott lag, ella góður hýrur hoyra ofta væl saman. So var úti í Fugloy. Gestablídni var í hásæti, og ein og hvør hevði ráð at keypa sær ein mettandi bita.
Norðlýsið skal eisini heilsa fugloyingum tað, at spiki var gott og turra grindin avbera góð. Næstan ikki smakkað betri bita. – Tann góði og ikki minst bíligi grýturætturin gagnaðist væl, serliga teim smáu.
Her eru nakrar myndir fyri fyrst. Nakrir partar um útoyggjastevnuna eru eftir enn. Teir koma soleiðis “pø á pø“ á www.nordlysid.fo í dag.