Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kapping millum tvær bygdir á einari oyggj

Danial Viðoy

Útoyggjastevnan 2013: Á skránni fyri útoyggjastevnuna í gjár var m.a. ein gongutúrur úr Hattarvík yvir á Kirkju. Ein góður túrur við einum góðum og væl vitandi ferðaleiðara. Ferðaleiðari var Andras í Frammistovu. 100 fólk vóru við á túrinum.

Útoyggjastevnan 2013: Á skránni fyri útoyggjastevnuna í gjár var m.a. ein gongutúrur úr Hattarvík yvir á Kirkju. Ein góður túrur við einum góðum og væl vitandi ferðaleiðara. Ferðaleiðari var Andras í Frammistovu. 100 fólk vóru við á túrinum.

Andras í Frammistovu býr á Kirkju og er tilknýtið til ta bygdina størri enn til Hattarvíkar, væl at merkja. Kanska bar frágreiðingin brá av hesum, tí kirkjumenn eru betri enn hattsjingar.

Onkur segði við Andras, at tað hoyrdist at hann var av Kirkju. Men hann svaraði aftur og segði at hann eisini hevur ætt av Hattarvík. – Ja tað hoyrist, enn í dag, at kappingarandin er stórur á Fugloynni.

Í stuttum samandrátti av túrinum kann Norðlýsið nevna, at ein triðja bygd hevur verið á Fugloynni. Hetta var tann fyrsta bygdin. Skarðsvík, sum hevur ligið á vestursíðuni, millum Kirkju og Hattarvík. Men her var ikki meira enn næstbest og tí settu fólk búgv á Kirkju og síðani á Hattarvík.

Hattarvík er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum er skrivað eina ferð í millum 1350-1400. Allarhelst er Kirkja eldri, tí fólk í Hattarvík fingu kirkju í bygdini seinni enn tey á Kirkju. Hattarvíkarfólk gingu í kirkju á Kirkju.

Úr árstølum úr Fugloyar-søgu er vert at nevna, at Kirkjubáturin gekk burtur í 1822.