Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25 luttakarar til Banknordik Open

Tíðindaskriv

1 Petur Jacobsen 46 stig vann eitt sett við vind- og vatntøttum jakka og brókum – 2 Páll Kjærbo 43 stig vann eina golftasku (bag) – 3 Eyðun av Reyni 40 stig vann eitt golf-regnskjól

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Golffelag

Í góðveðrinum í gjár varð BankNordik Open spæld á golfbreytini á Glyvursnesi..

25 luttakarar vóru til kappingina, sum umframt at vera ein einstaklingakappining eisini var ein liðkapping.

Tríggir teir bestu í einstaklingakappingini vóru:

1 Petur Jacobsen 46 stig vann eitt sett við vind- og vatntøttum jakka og brókum

2 Páll Kjærbo 43 stig vann eina golftasku (bag)

3 Eyðun av Reyni 40 stig vann eitt golf-regnskjól

Á vinnan liðnum í liðkappingini vóru:

Palli Henriksen

Petur Jacobsen

Óli Edvard Olsen

Poul Joensen

Harumframt varð Bjarnvarður í Dali heiðraður, tí hann var næstur holi 2 1 fyrsta slagi. Hann lá 96 cm frá holinum.

Allir luttakarar fingu hvør sína eskju við BankNordik-golfbóltum.

Tórshavnar Golffelag takkar BankNordik fyri stuðulin og samstarvið.