1.juli vóru 25 ár síðani Jórun Isaksen byrjaði sum skrivstovulærlingur á “Varpinu”, sum vit tá nevndu Klaksvíkar Timburhandil og nú Borg.
1.juli vóru 25 ár síðani Jórun Isaksen byrjaði sum skrivstovulærlingur á “Varpinu”, sum vit tá nevndu Klaksvíkar Timburhandil og nú Borg.
Vit vóru ein túr á Borg, og fingu eina mynd av Jórun og ynsktu henni tillukku. Jórun segði okkum, at hon fyri 25 árum síðani arbeiddi á Tryggingarfelagnum. Hon hevði tá ynskt at koma í læru har, men tá kundi deildin her ikki taka ímóti lærlingum, og tí kom tað væl við, tá hon fekk tilboð um lærupláss á Klaksvíkar Timburhandli. Eg havi verið her síðani og mær hevur dámt so sera væl, eisini undir skiftandi leiðslum.
Eg má siga, at eg fari glað til arbeiðis hvønn morgun,so eg verið verandi so leingið tey vilja hava meg her, segði hon flennandi og fryntlig sum altíð.
Vit hava lænt nakrar myndir, ið hon hevur lagt út á facebook, tær síggjast niðanfyri saman við myndunum vit tóku í gjár.
Á facebook skrivar Jórun annars soleiðis:
1. juli 1988 -1. juli 2013 25 ár síðan eg byrjaði sum skrivstovulærlingur hjá Klaksvíkar Timburhandli, sum í dag eitur Borg. Timburhandilin hevur í hesi 25 ár skift eigarar og navn, og enn siti eg í sama stað, so tit kunnu rokna út, at mær hevur dámt hetta starvið og arbeiðsplássið sera væl, og ikki minst starvsfelagarnar ongantíð havi eg ynskt mær at verið aðrastaðni, men eri takksom fyri hesi árini




