Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Freistin at søkja um ferðastuðul er mánadagin

TAKS

Freistin at søkja um ferðastuðul fyri fyrra hálvár 2013 er komandi mánadag. Letur tú umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn mánadagin 8. juli 2013, hevur tú peningin á konto tann 8. august 2013.

Freistin at søkja um ferðastuðul fyri fyrra hálvár 2013 er komandi mánadag. Letur tú umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn mánadagin 8. juli 2013, hevur tú peningin á konto tann 8. august 2013.

Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkjast kann um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Ferðastuðul verður veittur í mesta lagi fyri 220 dagar árliga, fyri hvønn arbeiðsgevara.

Fyri at fáa ferðastuðul skalt tú:

• vera fult skattskyldugur í Føroyum

• vera búsitandi í Føroyum

• hava lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart

• hava útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað

• hava eina fjarstøðu millum bústað og arbeiðsstað, ið er longri enn 20 km, aftur og fram.

Umsóknarblaðið til ferðastuðulin er nýtt og skal útfyllast elektroniskt. Tað er týdningarmikið, at hvør einstakur skrásetur rætt árstal, dagatal og fjarstøðu. Vegleiðing til oyðublaðið kemur fram, tá tú hevur skrásett árið, umsóknin er fyri.

Umsóknarblaðið skal sendast til ferdastudul@taks.fo

TAKS

3. juli 2013