(Video) U19 landsliðið spældi týskvøldið venjingardyst móti 1.deildarliðinum hjá KÍ.
Dysturin endaði við 4-3 sigri til U19 landsliðið, ið hevði munin í spæli størsta partin av dystinum. KÍ hevði eitt blanda lið, ið stóran mun minti um 1.deildarliðið. Tó við Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør afturat.
Serliga skaraði Brandur Olsen framúr á miðvøllinum hjá U19 landsliðinum. Hann leikar til dagliga við FCK. Hann skoraði eisini fyrsta málið við framúr brotssparki, men gjørdi eisini sjálvmál í seinna hálvleiki. Hansara systkinabarn í KÍ, Hjalgrím Elttør, var vælleikandi og skoraði tvey flott mál.
Málini frá dystinum kunnu síggjast á upptøkunum hjá Jóhan Thomsen HER




