Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sam, Sølvi og Svenn

Jákup Ósá

Svenn Olsen er fyribils hjálparvenjari hjá Víkingi, har tilgongdin í summar verður Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar.

Víkingur setti fyrr í vikuni Sigfríð Clementsen til nýggjan høvuðsvenjara. Men einki hevur verið at frætt um, hvør verður hjálparvenjari. Brandur Jacobsen er formaður í Víkingi og hann sigur, at í fyrstu syftu heldur Svenn Olsen fram sum hjálparvenjari og so vil tíðin vísa, um samstarvið millum Sigfríð og Svenn heldur fram, ella um onnur loysn verður framd.

Á leikarasíðuni sóu vit Sam Jacobsen á vøllinum seinasta umfar móti HB. Hann verður tøkur í nøkur umfør í summar. Harafturat verður Sølvi Vatnhamar tøkur alla seinnu hálvu. Brandur Jacobsen sigur, at hetta verða einastu broytingarnar hjá Víkingi í summar.

Víkingur liggur í løtuni á 8.plássi við 16 stigum.