Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan til Kristinu Østerø, Klaksvík

Ása Østerø

Tann 4. juli verður Kristina Østerø 85 ár. Hon er fødd og uppvaksin á Húsum.

Tann 4. juli verður Kristina Østerø 85 ár. Hon er fødd og uppvaksin á Húsum.

Foreldrini vóru Hansina Johannesen, fødd Aagaard, ættað úr Lorvík og Ólavur Johannesen av Gørðum á Húsum. Børnini vóru 10 í tali. Kristina var yngst og tann einasta, ið er eftir á lívi.

At verða fødd í juli mánaði, tá alt sprettir og grør, grasplenur verða slidnar fleiri ferðir, er kanska nakað serligt, men ein kann hugsa sær, at tað var ikki júst urtagarðar, ið mest varð hugsað um á Húsum fyri 85 árum síðani. Nei, so skjótt ein kundi taka fatt, var at hjálpa til úti og inni, alt skuldi fáast til høldar. Sum gentur flest tá í tíðini fór Kristina út at tæna.

Kristina giftist við Niels Østerø úr Mikladali, so ikki varð farið so langt at finna sær maka. Eina tíð tænti hon á Lag í Havn, og lærdi hon eisini at seyma tá. Niels sigldi út frá Havnini við trolaranum Sildberin, og stuttligt var mangan at hoyra tykkum siga frá tíðini, tá tit bæði vóru í Havn.

Sjálvt um tit keyptu tykkum hús og búsettust á Prestvegi í Klaksvík, so høvdu tit eitt serligt hjarta fyri Havnini, og dámdi tit væl at koma ein túr henda vegin.

Mær untist at koma í familju tykkara, við tað at Niels var pápabeiggi mannin hjá mær Jens John.

Tit livdu eitt fyrimyndarligt lív, og fyri okkum bleiv heim tykkara sum eitt annað heim at koma til, millum annað tá vit skuldu norður til Mikladals ella suður aftur. Ferðasamband var ikki hvønn dag norður í Kalsoynna, so ofta varð gist hjá tykkum. Gestablídni var í hásæti, ein merkti av sonnum fløvandi hendur, og eru vit mong, ið hava notið gott av tí. Fyri Jens John og aðrar Mikladalsmenn, ið á ungum árum róðu út frá Klaksvík, stóð heim tykkara altíð opið. Tit tóku til, at tit ikki altíð vistu, hvør svav í stovuni, tá tit komu upp um morgunin.

Kristina og Niels vóru sera fitt í hondunum, og altíð var okkurt nýtt at síggja, ið tit høvdu evnað til.

Umframt at seyma og binda mangt plaggi hevur Kristina málað og baldýrað tey fínastu bíløt í japanskum teknikki. Eisini hevur hon evna lutir úr leiri og dreygað úr træi. Niels smíðaði útróðraskrín og annað til prýðis. Alt var væl úr hondum greitt.

Niels og Kristina fingu tvær døtur Jóngerð og Hansina, ein ommu- og abbason Hjalgrím. Niels doyði í 2006. Kristina hevur upplivað at fáa tvær langommudøtur Kristinu og Jasmin.

Familjan hevur havt stóran týdning fyri teg, og glað vóru tit, tá eldra dótturin bygdi sær hús beint við hjá tykkum. Prestagarðin hava tit havt til granna, og hevur grannalagið verið avbera gott.

Kirkjan og KFUM & K hava verið tykkara grundvøllur, og hevur Kristina hjálpt til í sunnudagsskúlanum í mong ár.

Kristina var sera glað fyri at sleppa inn á Vistar- og Røktarheimið við Garðavegin í Klaksvík fyri nøkrum árum síðani. Eitt heimligt og hugnaligt búpláss við vøkrum og vælrøktum urtagarði.

Góða Kristina – hetta vóru bara nøkur smá brot úr tínum lívi. Eg ynski tær hjartaliga til lukku á 85 ára degnum, og vónandi fært tú, familjan, búfólkini og starvsfólkini og vinir annars ein góðan føðingardag. Eg ynski tær mong góð ár og Harrans signing framyvir.

Heilsan úr einum sangi:

Brátt spretta blómur nú á jørð

og prýða dalar, líðir.

Tøkk nú í ár eins og í fjør,

tøkk fyri allar tíðir.


Ása Østerø