Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar 12 pláss aftur á styrkislistanum

Jákup Ósá

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar dotnar 12 pláss aftur og liggja nú nummar 174.

Styrkislistin hjá FIFA er júst dagførdur. Og tað er ikki serliga hugaligur lesnaður hjá føroyska landsliðinum. Tí Føroyar er farið 12 pláss aftur hendan seinasta mánaðin. Hetta skyldast, at stigini móti Estlandi 7.juni í 2011 ikki hava sama virði nú virðið á tí sigrinum lækkaði úr 50% niður á 30%. Tí skipanin er soleiðis sett saman, at stigini frá einum dysti telja á styrkislistanum 100% fyrsta árið, 50% næsta árið, 30% triðja árið, 20% fjórða árið og eftir fýra árum hvørva

Einans Andorra og San Marino liggja aftanfyri Føroyar av londunum í UEFA, har Kazakhstan, ið Føroyar møta seinni í ár, liggja eitt pláss frammanfyri. Tað lægsta, sum Føroyar hava ligið á listanum var í oktober 2008, tá Føroyar lógu á 198. plássi. 

Ovast liggur Spania og aftanfyri koma Týskland, Holland, Italia og Portugal.

Harleywoodpaint