Í gjár sendu Føroyar og Danmark ES bræv har heitt var á ES um at koma aftur til samráðingarborið – og brævið úr Føroyum var væl móttikið í ES. Svarið kom longu fáar tímar seinri úr Bruxell.
Í gjár sendu Føroyar og Danmark ES bræv har heitt var á ES um at koma aftur til samráðingarborið – og brævið úr Føroyum var væl móttikið í ES. Svarið kom longu fáar tímar seinri úr Bruxell.
Talsmaðurin hjá Mari Damanaki, Oliver Drews, váttar fyri Norðlýsinum at brævið úr føroyum var sera væl móttikið í Bruxell.
– ES kommiserurin hevur eftirfylgjandi takka fyri brævið og sagt at ES er klárt til samráðingar men at fyrsta stigið eigur at verða eitt boð uppá eina semjum á stríðnum. Hetta boðið væntar ES kommiserurin at fáa úr Føroyum. Annars er einki broytt vit eru komin har til at tað hevur skund at finna eina semju, sigur talsmaðurin við Norðlýsið.
Sostatt liggur bólturin aftur í føroyska Fiskimálaráðnum.




