Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Makrel skipini leita í illveðri

Jákup Ósá

Bogi Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum, sigur í morgun, at tað eru ójavnir dagar við fiskiskapinum fyri tíðina.

Bogi Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum, sigur í morgun, at tað eru ójavnir dagar við fiskiskapinum fyri tíðina.

Bogi Rasmussen sigur, at bæði Christian í Grótinum og Norðborg, sum partrola, hava um hálva last inni. Men í morgun leitaðu teir.

– Í nátt og í morgun hava vit leitað, og tað er illveður. Eg haldi man kann siga, at tað eru ójavnir dagar til fiskarí. Vit royna norð-vestur úr Føroyum og her liggja tey flestu skipini, ið royna eftir makreli, sigur Bogi Rasmussen. Hann metir eisini, at ringa veðrið ávirkar fiskiskapin skeiva vegin.

Skipið riggar væl

Hann letur annars væl at arbeiðsgongdini umborð á Christian í Grótinum.

– Vit hava havt norðmenn frá gamla reiðarínum við og teir hava hjálpt okkum væl. Onkrir trupulleikar hava verið, men sum heilt hevur tað riggað ok og við tíðini venja vit okkum við skipið, so tað skuldi blivið betri og betri, sigur Bogi Rasmussen við Norðlýsið í morgun.

Hann sigur, at teir miðja eftir at fáa 130 tons niður um døgnið av avhøvdaðum makreli, tá fabrikkin fer at koyra optimalt.