Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt brak av eini Gudstænastu

Danial Viðoy

Hesa vikuna hevur ein røð av tiltøkum verið í Christianskirkjuni. Í gjárkvøldið var ein alternativ ungdómsgudstænasta við konsert, kvirru, prædiku og hugna annars. Væl varð møtt.

Hesa vikuna hevur ein røð av tiltøkum verið í Christianskirkjuni. Í gjárkvøldið var ein alternativ ungdómsgudstænasta við konsert, kvirru, prædiku og hugna annars. Væl varð møtt.

Maria Jørðdal Niclasen stóð á odda fyri gudstænastuni og uppgávuni kom hon væl frá. Hanus á Gørðum var til gudstænastuna og hann rósti henni upp um skíggja. – Tað eru fáir prestar í Føroyum, sum m.a. nevna eitt youtube-brot í prædikuni, men tað dugir Maria prestur.

Tað krevst helst ein nøkulunda modernað prædika til ein modernaðan skara, sum tey ungu í dag eru.

Eftir prædikuna var aftankvirra og tónleikaframførsla. Bólkurin ‘Vinir’ spældu eina konsert við fimm songum, sum eru nakað villari enn sálmasangur. Tað hóskaði seg merkiliga væl til gudstænastuna. Ein nærlagdur bólkur, skal sigast.

Eftir konsertina varð boðið til kaffi í allarhelst vakrasta kirkjukjallara í Føroyum. Ein góð løta.