Enn ein hátíðarløta var í Christianskirkjuni, sum hevur havt okkurt á skrá allar dagarnar í vikuni – og skráin heldur fram.
Enn ein hátíðarløta var í Christianskirkjuni, sum hevur havt okkurt á skrá allar dagarnar í vikuni – og skráin heldur fram.
Í gjár, fríggjadagin var Jógvan Fríðriksson, biskupur og hugleiddi í kirkjukjallaranum á eldrasamkomu. Saman við honum var eisini Steen Skovsgaard, sum síðani 11. septembur 2005 hevur verið biskupur við Lolland-Falster Stift.
Bispur var í góðum hýri, sum altíð, og smíltist at, at tað mundi vera langt síðani, at tveir biskupar – hann og Steen Skovsgaard – høvdu hugna sær við einum ísi í góðveðrinum í Klaksvík.
Vælkomin í Christiankirkjuna – vælkomin í dómkirkjuna hjá norðoyingum, sum teimum dáma so væl at kalla hana, byrjaði bispur røðu sína við einum brosi. Hann fegnaðist um tað megnar arbeiðið, kirkjuráðið hevði fingið av skafti seinnu árini og ikki minst nú upp til henda stóra dag, Christianskirkjan kann hátíðarhalda sín 50 ára føðingardag, komandi sunnudag.
Hann fegnaðist um prýðliga listaverkið í kirkjukjallaranum og kundi kirkjan lættliga siga seg at hava tær altartalvur. Søgugongdin í teimum 10 myndunum hjá Edwardi vóru so sigandi og ein miðdelip í boðan Jesusar.
Jú, Jógvan Fríðriksson, biskupur tók undir við at listaverkið, Jesus úr Nasaret, kundi kallast eitt satt meistaraverk, so sum onkur hevði tikið til í fjølmiðlunum.
Hetta var stórsligið og vakurt eins og kirkjan øll – tó vísti bispur á, at tað er umráðandi eisini at duga at síggja tað stóra í tí lítla.
Her var ein mintur á, at í teimum 10 myndunum eru um 5000 smáir trælutir, sum leikandi listarliga og ikki minni hegnisliga gera listaverkið til eitt stórverk – eitt meistaraverk, ið sigur halgisøguna so beinrakið – eisini við heimligum ímyndum.
Steen Skovsgaard var prestur í Klaksvík frá oktober 1988 og 8 mánaðar fram. Hetta vóru 8 mánaðir, ið tyktust sum 8 góð ár av lívi teirra, sum hann og familjan minntust við stórari gleði. Tey høvdu lært so nógv í Føroyum, um at klokkan ella dagfestingin ikki altíð var so umráðandi – tak løtuna sum hon er. Eisini at veðrið kundi vera avgerandi fyri, um tað ætlaða hendi ella ikki.
Orðatakið, “Gløgt er gestsins eyga”, hevði hann lært her og nýtti hann nógv í dagsins viðurskiftum, við so mongum ymiskum fólkum og mentanum í tí samansetta danska samfelagnum, hann nú virkaði í.
Hann hugleiddi um nógvar spennandi ferðir á útoyggj og prædikuna jóladag í Haraldsundi, sum kendist eins og fjósið í Betlehem. Steen Skovsgaard, sum nú er biskupur, hevði vunnið sær mangar vinir her, sum hann minnist við takksemi eins og tíðin her, tó at hon ikki var long, hevði lært hann so ómetaliga nógv.
Hópin av fólki var komið saman at líða á og fáa eitt gott prát afturvið einum kaffimunni aftaná. Teirra millum eisini Otto Joensen – Otto hjá Dáva, sum var borgarstjóri, tá ið Christianskirkjan varð vígd 7. juli 1963.
Sunnudagin verður hátíðarguðstænasta kl. 11. Stórur døgurði fyri innboðnum og um kvøldið kl. 20 verður konsert við High Five, Kristinu Bærentsen og Nicolinu á Kamaranum.




