6-mannafarið Lómur bleiv vrak, tá hann á viðfestivogninum fór av vegnum í Kollafirði.
6-mannafarið Lómur bleiv vrak, tá hann á viðfestivogninum fór av vegnum í Kollafirði.
Tað var í morgun, at Lómur hjá Argja Róðrarfelag sum so nógvir aðrir bátar skuldi koyrast norður á Varmakeldu í Fuglafirði. Men tá hann var komin umkring rundkoyringina í Kollafirði, so tók ein hvirla allan viðfestisvognin við bátinum uppiá. Hann endaði á bønum og koppaði. Báturin fekk stóran skaða, sum myndin eisini vísir ein part av. Á myndini er hann lyftur uppaftur. Tað er ikki hugsningur um at gera hann aftur, sigur Sigurð Andreasen, sum er hjálparfólk hjá Argja Róðrarfelag. Hann sigur, at tað hevur eydnast manningini at lænt Páll Fanga til róðurin í morgin.
Myndina tók Sigurð Andreasen.




