Sámal Einarsson var í dag 15. rógvarin við Klaksvíkingi hetta kappingarárið. Hann var spentur undan róðrinum og glaður fyri sigurin aftaná.
Sámal Einarsson var í dag 15. rógvarin við Klaksvíkingi hetta kappingarárið. Hann var spentur undan róðrinum og glaður fyri sigurin aftaná.
Klaksvíkingur hevur havt so mikið stóra útskifting í ár, at Heini Hátún og Sámal Einarsson í dag vóru rógvarar nummar 14 og 15, sum hava verið umborð á bátinum hetta kappingarárið. Men úrslitini ávirkast ikki av hesum. Tí Klaksvíkingur hevur vunnið hvønn róður síðani á Norðoyastevnu.
Tað var eisini ein fegin Sámal Einarsson, sum Kringvarpið hitti eftir róðurin.
– Hetta var ein harður róður. Eg var sera spentur, men ikki nervøsur áðrenn. Stamman umborð á hesum bátinum er góð og fyri hvørja venjing hesa síðstu vikuna gekk bara betri og betri at fáa ferð á bátin. Nú fara vit at njóta sigurin í kvøld, áðrenn vit fara at arbeiða hart víðari fram ímóti næstu stevnu, segði Sámal Einarsson við Kringvarpið eftir sigurin í góðveðrinum á Varmakeldu.




