Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endabrak í Christianskirkjuni

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Alla vikuna hevur kirkjan havt okkurt á skra í sambandi við, at kirkjan hevur hátíðarhildið sín 50 ára føðingardag.

Í kvøld varð boðið til konsert við Nicolinu á Kamaranum, High Five og Kristinu Bærentsen.

Nicolinu og bróðurin á Kamaranum sungu og spældu so góð gomul minnir runnu fram aftur frá 70-unum og eldri enn tað. Til flestu av sangunum sungu áhoyrarnir við eftir áheitan.

High Five yvirraskaðu – ja, teir tóku fólk á bóli. Teir søgdu seg hava Gaither Vocal Band sum fyrimynd. Men Gaither, skulu ansa sær, so High Five ikki strúka av stað við fjepparagleðini, sanggóðskuni og umdøminum – High Five sungu og spældu frágera væl!

Sjálvandi ber frálíka kirkjurúmið tónleikin væl uppi, men har lá venjing, teknikkur og tónleikaoyra aftanfyri. Avbera gott!

Kristina kom so smæðin og lítiðlátin, einsamøll upp eftir kirkjugólvinum til seinast. Hon kendi seg so einsamalla eftir frálíka sangin hjá High Five, at hon bað teir hjálpa sær at syngja við á tveimum av fyrstu løgum.

Tá ið hon leitaði eftir sanginum, hon skuldi syngja og fann hann í stóru mappuni við hópin av sangum, lat í henni – Ja, hetta er hann! Ein ordiligur babtistasangur. Og láturin rungaði í kirkjuni. Øll fullsetta kirkjan lat hjørtu síni upp fyri hesi ungu, fitt, dugnaligu og botnerligu gentuni, Kristinu. Hon sang seg inn í hjørtu teirra við frálíku rødd síni.

Ein frálík konsert fyri øll – eitt frálíkt endabrak.

Tað sigst, at hátíðarvikan hjá Christianskirkjuni hevur savnað 5000 vitjandi til tey mongu ymisku tiltøkini, ið hava verið í eina heila viku. Tað sigst eisini, at øll eru væl mettað – tímiliga, mentanarliga og andaliga.

Flott! Til lukku!