Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu byggja vit Føroyar

John William Joensen

Hyggja vit at føroyska samfelagnum, sum bæði er lítið og viðkvamt, so er spurningurin, um vit eru á rættari leið útbyggingarliga. Nú Skálafjarðartunnilin er til politiska viðger er hesin spurningur sera aktuellur tí hesin tunnil saman við verandi undirsjóar tunlum kemur at gera miðjuna breiðari og samstundis vónandi at broyta hugusunnarhátt tá tosað verður um stórar almennar- og privatar íløgur.

Hyggja vit at føroyska samfelagnum, sum bæði er lítið og viðkvamt, so er spurningurin, um vit eru á rættari leið útbyggingarliga. Nú Skálafjarðartunnilin er til politiska viðger er hesin spurningur sera aktuellur tí hesin tunnil saman við verandi undirsjóar tunlum kemur at gera miðjuna breiðari og samstundis vónandi at broyta hugusunnarhátt tá tosað verður um stórar almennar- og privatar íløgur.

Øll lond uttan um okkum, eisini Føroyar, hava ein sterkan høvuðsstað, tað bæði nátúrligt og neyðugt.

Tó skal sigast, at ein bæði avgerandi, eyðsýndur og álvarsamur munur, sum ikki skal farast skeivur av, millum grannalond okkara og okkum er, at umframt høvuðsstaðin, so hava øll londini nakrar sterkar deplar úti um landið, sum umframt vinnuliga grundarlagið, eisini eru víðgjørd við ávísum almennum skúlum, stovnum o.ø., hetta ger alt samfelagið sterkt og stabilt.

Hyggja vit at føroyska samfelagnum, sum bæði er lítið og viðkvamt, so er spurningurin, um vit eru á rættari leið útbyggingarliga fyri okkara samfelag.

Einsamallur sterkur høvuðsstaður

Ein sterkur høvuðsstaður er neyðugur, men gerst ikki sterkur einsamallur, tað sæst eisini týðiliga uttanum okkum. Grundarlagið ber ikki uppi, uttan so, at deplarnir har eru stabilir, og teir gerast ikki bara stabilir av eini viðbreknari vinnu, uttan eisini ein almennur partur er viðvirkandi. Tað fer at styrkja høvuðsstaðin uppaftur meiri.

Nú Skálafjarðartunnilin í komandi tíðum gerst veruleiki fáa føroyingar eitt bæði størri og áhugaverdari uppland, har stutt verður millum Klaksvík, Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Tí skal ein nýhugsan til her, tí skjótt er at koma til og frá.

Í samband við Skálafjarðartunnilin, eru bæði Skálafjørðurin og Klaksvík við Norðhavnini ídag náttúruhavnir, sum ikki liggja út móti havinum og havsbylgjunum, tí er bæði tryggari, betri og bíligari at byggja út har. Tað er tí umráðandi, at føroyski politikarin og framtíðarplanleggjarin hugsar rationelt, fíggjarligt/búskaparligt, so vítt er til veggja og rúmsátt verður.

Í vikuni boðar Bakkafrost frá at teir av avgjørt at savna alla framleiðslu í eitt stórt virkið á Glyvrum og fyri Skálafjørðin og vinnulívið har kemur hetta at fáa ein sera stóran týdning. Soleiðis eiga vit eisini at gera við almennar íløgur, at leggja tær hars sum tað gevur meining fyri alt samfelagið og sleppa hugburðinum sum hevur verið ráðandi serliga hevur gjørt um seg seinastu tíðina at alt skal gerast á einum stað. Nú eru Norðoyggjar, Vágar, Streymoy og Eysturoyggin eitt økið og tí eiga vit at hugsað sum eitt økið og ikki bert at einki ber til uttan so tað er í sunnasta partinum av økinum.

Hugsa nýtt

Eitt annað mál sum vit fyrr hava skrivað um er okkara Landsstadion, sum við Skálafjarðartunnlinum átti at verði lag inni á Svangaskarði, har vit hava eitt “jomfrúuligt og náttúru vækurt økið, sum fer at liggja sentralt við nógvum plássi til parkeringar, landsvegi til dyrnar – eitt øki sum verður lætt atkomuligt, nú sambandið gerst so lagaligt, heldur enn at kroysta allar hesar byggingar inn í tronligu karmarnar, sum vit í dag síggja. Føroyar verða nú so væl útbygdar og samferðslukervið er so eyðsýnt, at vit eiga at hugsa okkum nógv betri um, nú oyggjarnar meiri eru “fastland”.

Tí eiga vit at spyrja okkum í álvara, um “Hvussu verða Føroyar bygdar” inn í framtíðina, um ikki heldur enn at gera allar hesar ad-hoc loysnirnar, at vit fara meiri professionlet til verka.

Nýhugsan skal til – men hetta kemur at taka tíð.

Hvør eigur at verða tann, sum tekur fyrsta stigið?