Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Partur av flotanum fekk líti og einki burtur úr sildafiskiskapinum 2012

John William Joensen

Tøl frá Fiskiveiðueftirlitinum sum Norðlýsið hevur fingið hendur á vísa at rættiliga stórur munur er á hvat nótaskipini fingu burtur úr at fiska norðhavsild og so tað sum eitt nú heimaflotin fekk burtur úr.

Tøl frá Fiskiveiðueftirlitinum sum Norðlýsið hevur fingið hendur á vísa at rættiliga stórur munur er á hvat nótaskipini fingu burtur úr at fiska norðhavsild og so tað sum eitt nú heimaflotin fekk burtur úr.

Sambært tølunum frá Fiskiveiðueftirlitinum er ikki ósannlíkt at skip enntá hava havt undirskot av fiskiskapinum ella í mesta lagið ongan vinning.

Besta prísin fekk Norðborg sum seldi fyri 6,75 kr í miðal og fekk tilsamans 60,7 mió. Kr. fyri 8.998 tons av sild.

Steintór, Niels Pauli, Rankin og Surðingur fiskaðu 169,4 tons (fingu í miðal kr. 0,75) sum teir einans seldu sambært Fiskiveiðueftirlitinum fyri kr. 127.071,-

Vánaligasta prísin fingu Rókur og Lerkur sum einans fingu 0,68 kr. pr. Kg.

Havast skal í huga at ymiskt er nær á árinum ymisku skipini hava fiska sild og tað ávirkar eisini prísin – men tað skerst ikki burtur at um nótaskipini einsamøll høvdu fiskað norðhavsildina so hevði søluvirði verið góðar 100 mió. kr. hægri og samlaða virðisøkingin ein góðan triðing hægri.

SÍ VIÐHEFTU TALVU SUM LÝSIR SAMLEIÐA FISKISKAPIN EFTIR NORÐHAVSSILD 2012 deild á skip (EXEL_ARK)

Harleywoodpaint