Karl Jakob Ósá frá Klaksvíkar Kommunu sigur, at støðan enn er óbroytt við vatninum.
Vatnið í Klaksvík má kókast áðrenn tað verður drukkið. Støðan er framvegis óbroytt, sigur Karl Jakob Ósá. Hann sigur, at í løtuni verður bíðað eftir seinastu kanningunum, sum væntandi koma út seinni í dag, sigur Karl Jakob Ósá við Norðlýsið.
Seinni í dag fæst so nýggj kunning um, hvussu støðan er og um klaksvíkingar aftur kunnu drekka vatn úr krananum.




