Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royndir menn sigla trolara til Grønlands

Jákup Ósá

Í dag gera nakrir eldri menn við miðalaldri uppá 76 ár klárt at fara til Grønlands við trolaranum Prime Qaqortok. Trolarin skal aftur til fiskiskap í Grønlandi.

Trolarin, sum hevur ligið í Klaksvík í fleiri ár, fer nú aftur til fiskiskap. Trolarin skal yvir til Grønlands at royna, har hann skal fiska til framleiðsluvirki hjá JFK. Hósdagin fara nakrir eldri menn at sigla trolaran yvir til Grønlands. Hanus Lassen verður skipari og afturat honum verða Sáma Jákup Hansen og Øssur Nielsen og ein fjórði, sum ikki var komin endaliga uppá pláss enn. Hesir antin hava ella fara at fylla ávikavist 73, 76 og 79 ár í ár og hava allir m.a. siglt nógv hjá Strandferðsluni. Teir skulu tó ikki við til fiskiskap, men koma heim aftur, tá teir hava siglt trolaran yvir.

Myndirnar tók Oliver Joensen í góðveðrinum í dag, tá garvaðu menninir gjørt klárt at fara avstað.