Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógva aftur 2000 metrar

Jákup Ósá

Leygardagin verður Vestanstevna í Sørvági.

Leygardagin verður Vestanstevna í Sørvági.

Hesaferð verður aftur róð 2000 metrar, har Klaksvíkingur seinastu árini hevur staðið seg væl. Seinastu róðrarnar hevur kappingin hjá 10-mannaførum ikki verið so spennandi sum onkuntíð fyrr. Munurin millum tann fremsta og næstfremsta hevur ligið millum eina hálva bátslongd og eina góða bátslongd. Nú eru bara tvær stevnur eftir, har Klaksvíkingur hevur eina trygga leiðslu í FM kappingini við 4 sigrum av teimum 5 stevnunum.

Kappróðurin á Vestanstevnu í Sørvági byrjar kl. 15.00 í morgin.