Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur vann enn ein tættan róður

Danial Viðoy

Klaksvíkingur er ávegis at gerast føroyameistari triðja árið á rað og har við vinna steyp til ognar. Suðringur gav Klaksvíkingi skarpan gang aftur í dag, men ikki megnaðu suðuroyingarnir at knógva solidu manningini um borð á Klaksvíkingi.

FM-Kappróður á Vestanstevnu í Sørvági: Klaksvíkingur blívur við at vinna, men tað er hvørja ferð við harðari kapping frá Suðringi. Teir gomlu um borð á Havnabátinum rógva og eru alla æru verdir. Eingin ivi.

Her eru enn fleiri myndir frá Vestanstevnu-róðrinum. Eisini er heiðursmerkjahandanin við.