Stríðið millum Ísland, Føroyar og ES, Norra um makrelin í norðuratlantshavinum skal mándagin viðgerast á hægsta stigið í Evroparáðnum, har øll limalondini eru umboða. Tað eru Írland, Stóra Bretland, Frankarríkið og Spania sum hava sett málið á dagsskrá
Stríðið millum Ísland, Føroyar og ES, Norra um makrelin í norðuratlantshavinum skal mándagin viðgerast á hægsta stigið í Evroparáðnum, har øll limalondini eru umboða.
Evroparáðið er nevndin í ES har allar týðandi avgerðir verða tiknar og á fundinum sum byrjar kl. 10 mánamorgunin er stríðið um norðhavssildina ikki á dagsskrá, men stríðið millum Føroyar, Ísland og ES, Norra er sett á dagsskránna sum eitt mál til kunningar.
Tað eru Írland, Stórabretland, Frankarríkið og Spania sum hava sett málið á dagsskrá og londini skriva í viðmerkingum til skránna at tey ynskja at frætta frá ES Komissiónini um seinasta fundin við Ísland og hvørja støðu Komissiónin hevur til at seta tiltøk í verk móti Íslandi og Føroyum í samband við makrelfiskiskapin.
– Síðan 2008 hevur afturvendandi ósemja verið um umsiting av makreltilfeinginum í Norður eystur Atlantshavinum.
– Ísland og Føroyar hava sett sær sínar egnu kvotur og viðurkenna ikki longur tær avtalur sum vóru galdandi millum Strandalondini( ES, Norra, Ísland og Føroyar).
– Málið hevur fleiri ferðir verið til viðgerðar í fiskivinnunevndini hjá Evropa Parlamentinum og ráðið hevur fingið lógar heimild frá Evropa Parlamentinum til at seta handilstiltøk í verk fyri at takla júst slíkar støður, stendur at lesa í viðmerkingunum til skránna.
Hóast ósemjan um norðhavssildina sum sagt ikki er a dagsskrá so er tó nærliggjandi at hugsað at hetta málið verður eisini umrøtt á fundinum.




