Christian í Grótinum og Norðborg komu inn um vikuskiftið og hevði skiparin á Christian í Grótinum boðað manningini til mynstring kl. 16 í dag.
Norðborg, sum ikki var rættiliga liðug at landa tá, verður skjótt liðug, og fer beint avstað. Manningin gjørdi klárt at fara.
Norðborg og Christian í Grótinum samtrola.
Flestu menninir, sum komu umborð, høvdu ein lítlan pjølk við sær. Men nógvir teirra høvdu eisini eina teldu undir arminum.
Tá ið hugt var inn í messuna, sat kokkurin við eina teldu. Spurdur, hví hann ikki heldur rørdi í grýtunum, svaraði hann við einum skálsmíli – Eg leiti eftir uppskriftum!
Bogi Rasmussen er skipari á Christian í Grótinum, meðan Jón Rasmussen er skipari á Norðborg.




