Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF einki hoyrt frá UEFA

Jákup Ósá

Málið um avtalað spæl í Europa League dystinum hjá Víkingi er ikki komið til Føroyar enn.

Málið um avtalað spæl í Europa League dystinum hjá Víkingi er ikki komið til Føroyar enn.

Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá FSF, sigur, at FSF einki hevur frætt um málið, har dómarin var lagdur undir avtalað spæl í Europa League dystinum millum FC Inter Turku og Víking.

– Vit hava einki frætt frá UEFA og tí ganga vit útfrá, at her er einki mál. Sum skilst hevur Víkingur heldur einki frætt. Man skal ongantíð siga nakað fyri vist og onkrar nýggjar upplýsingar kunnu møguliga koma fram, sum broyta støðuna. Men inntil víðari hava vit als einki hoyrt, sigur Kristin Dam Ziska við Norðlýsið.

Hann sigur, at hetta við avtalaðum spæli er ein vaksandi trupulleiki í fótbólti, sum UEFA vil gera nógv fyri at fyribyrgja. Fleiri dømir hava eisini verið í júst Finnlandi og tí er man kanska eyka vakin við, hvat hendir har, sigur hann.

Víkingur spælir hóskvøldið í Rumenia móti Petrolul í Europa League.