Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála fær nógvan styrk

Jákup Ósá

Pauli G. Hansen, Erland B. Danielsen, Jákup Johansen og Sjúrður Djurhuus fara allir at styrkja um 1.deildarliðið hjá Skála

Pauli G. Hansen, Erland B. Danielsen, Jákup Johansen og Sjúrður Djurhuus fara allir at styrkja um 1.deildarliðið hjá Skála, sum nú má metast sum ein av favorittunum at flyta upp í Effodeildina í ár.

Eliesar Olsen er venjari hjá Skála og hann váttar, at Skála fær nógva tilgongd til seinnu hálvu við leikarum, sum áður hava roynt seg í bestu deildini.

– Pauli G. Hansen byrjaði at venja eina viku frammanundan seinasta dystinum í fyrru hálvu. Hann verður við fast frá nú av og er ein fongur bæði til venjing og dystir við hansara royndum. Síðani hevur Jákup Johansen, sum hevur spælt við Effoliðinum hjá ÍF fram til nú, vant við okkum og hóast pappírini ikki eru komin uppá pláss enn, so vænta vit, at hann eisini verður í okkara hópi framyvir. Sjúrður Djurhuus, sum eisini hevur royndir úr Effodeildeildini, er eisini kom aftur til Føroyar og verður við restina av árinum. Og so kemur Erland B. Danielsen at vera við 5 teir fyrstu dystirnar. Hinvegin so missa við Petur Paula Mikkelsen seinast í august, tá hann fer niður at lesa og møguliga missa vit aðrar, sum hava søkt til skúla niðri, men sum ikki hava fingið svar enn, sigur Eliesar Olsen við Norðlýsið.

Skála liggur í løtuni á 5. plássi í 1.deild, men bara 3 stig eru upp til 2. plássið. Hann dugur illa at meta um, um Skála nú er favorittur at flyta upp.

– Tað er ringt at siga. Men vit hava fólkið til tað og undir venjing leggja leikararnir meira fyri nú og við størri trúgv uppá tingini. Eisini hava vit royndirnar frá í fjør, tá vit striddust um uppflyting. Men tá væntaði eingin nakað av okkum. Nú verður nakað væntað av okkum, so vit fáa at síggja , sigur Eliesar Olsen við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl