Fyri løtu síðan var váttað av ráðharrastovuni hjá Mariu Damanaki í Bruxell at tað framvegis eru ongar samráðingar millum ES, Føroyar og strandalondini – tí bíða verður framvegis eftir einum konkretum útspælið úr Føroyum
Fyri løtu síðan var váttað av ráðharrastovuni hjá Mariu Damanaki í Bruxell at tað framvegis eru ongar samráðingar millum ES, Føroyar og strandalondini – tí bíða verður framvegis eftir einum konkretum útspælið úr Føroyum
Um mánaðarskiftið verður endalig støða tikin til hvussu umfatandi handilstiltøkini verða móti Føroyum og seinastu vikurnar hevur verið eitt ávíst samskiftið millum Tinganes og skrivstovuna hjá Fiskivinnu komisserinum í ES og so seint sum í gjár var eitt nýtt bræv sent úr Tinganesi.
– Vit hava fleiri ferðir fingið at vitað úr Føroyum at føroyska landsstýrið ynskir samráðingar – men fyri at tað kunnu verða samráðingar má eitt uppskot um semju liggja á borðinum.
– Í brævið til Føroyska Landsstýrið skrivaði fiskivinnukommiserurin tann 11. juli at ES ynskti at Føroyar tóku samband upp við formanslandi í Strandalanda bólkinum og samstundis kom við einum konkretum boði um semju.
– Men hóast fleiri brøv eru móttikin síðani eru Føroyar ikki komin við uppskoti um semju sum strandalondini kundu farið til samráðingar um. Og tí er einki nýtt at frætta og um mánaðarskiftið verður greitt hvat fyri handilsforðingar talan verður um. Vit hava fleiri ferðir fingið at vita at Føroyar ynskja at samráðast men hóast vit í brævið tann 11. Juli gjørdu greitt hvat skal til fyri at samráðingar kunnu verða – so er sum sagt enn einki konkret uppskot komið úr Føroyum, var sagt av embætisfólki á skristovuni hjá Mariu Damanaki fyri løtu síðan.




