Nógv rósti bólkurin Preacher spælir á Summar Festivalinum í august. Bólkurin hevur føroyskan kórsangara.
Á vestursíðuni á Skotlandi liggur býurin Ayr, sum í fólkatali er á stødd við Føroyar. Í býnum hevur rockbólkurin Preacher, ið varð stovnaðurí 2009, sín heimavøll. Seinastu árini hevur bólkurin spælt á konsertum og festivalum kring alt Skotlandi, og hóast teir øll hesi árini hava skrivað og spælt egnar sangir, var tað ikki fyrr enn í ár, at teir góvu sína fyrstu fløgu út. Fløgan kallast Signals hevur fingið sera góð ummæli.
Sangari í Preacher er Martin Murphy, sum minnir nakað um David Bowie og Joe Cocker hvørt um annað. Arnie Burgoyne spælir ljómborð, og blaðungi úrmælingurin Greg Murphy spælir gittar. Tónleikurin hjá Preacher leiðir stundum tankar aftur til Pink Floyd – talan er um sveimandi og melodiøsan rocktónleik.
Preacher hevur eisini føroyskt ískoyti, tí Herborg Hansen, sum er úr Klaksvík, syngur kór í bólkinum. Herborg gongur á tónleikaskúla í Ayr, og hon var biðin um at koma við í bólkin at syngja kór saman við tveimum øðrum kvinnuligum sangarum. Kvinnukórið setir veruliga dám á live-framførslurnar hjá bólkinum.
Fløgan hjá Preacher, Signals, er ein konseptfløga, ið snýr seg um rúmdarverur, sum koma til jørðina at loysa okkara trupulleikar. Tónleikurin er tíðarleysur og klassiskur og verður eitt gott ískoyti til skránna á Summar Festivalinum í ár.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.




