Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viljormur Davidsen royndarvenur í Chesterfield

Jákup Ósá

Kom inn í venjingardysti móti Nottingham Forest týskvøldi.

Kom inn í venjingardysti móti Nottingham Forest týskvøldi.

 

Viljormur Davidsen hevur annars leikt við danska felagnumFredericia seinastu tíðina, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Har varhann í hópinum í 9 dystum seinasta kappingarár, har hann spældi tveir dystir frá byrjan. Men núroynir Viljormur seg í Chesterfield, sum spælir í 4. bestu ensku deildini. Ogsambært heimasíðuni hjá Chesterfield, so var Viljormur við týskvøldi, táChesterfield spældi venjingardyst móti Nottingham Forest. Dysturin endaði viðjavnleiki 1-1, har Viljormur kom á vøllin í seinna hálvleiki. Málið hjá Chesterfield skoraði Gary Roberts, meðan Matt Derbyshirelegði Nottingam Forest á odda. 3534 áskoðarar sóu dystin

Seinasta landsdyst hjá Føroyum móti Svøríki var Viljormur við frá byrjan á vinstra bakki. Viljormur er ein av føroysku leikarunum, sum í fleiri árhevur roynt seg uttanlanda og hava viljan fyri at fáa eina yrkisleið uttanfyriFøroyar. So vil tíðin vísa, um hansara framtíð møguliga liggur í enskum fótbólti.

Harleywoodpaint