Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein semja við ES – ein katastrofa fyri landskassan?

John William Joensen

Í morgun verða túsund tons av umstríddu norðhavssildini og makreli avskipað í Norðhavnini – við kós beinleiðis móti Póllandi. Og tað er júst her stríðsspurningurin liggur – talan er um eitt stríð um pengar – ikki um fisk. Vinnan roknar við at ES setur handilsforðingar í verk 1. august og tí kann væl verða at hetta er seinasta lastin sum verður útflutt til ES.

Í morgun verða túsund tons av umstríddu norðhavssildini og makreli avskipað í Norðhavnini – við kós beinleiðis móti Póllandi. Og tað er júst her stríðsspurningurin liggur – talan er um eitt stríð um pengar – ikki um fisk. Vinnan roknar við at ES setur handilsforðingar í verk 1. August og tí kann væl verða at hetta er seinasta lastin sum verður útflutt til ES.

Og tað er júst pening sum landskassanum væntar og í ár roknar landskassin við at fáa 130 mió. Kr. Í beinleiðistilfeingisgjaldið umframt hægri inntøkur gjøgnum skatt av hýrum og øktum virksemið og ymiskum avgjøldum.

Ein semja við ES í einum komandi samráðingar umfarið við strandalondini (fundur um ein góðan mánað) har Føroyar sambært útsagnum frá mótpartinum skal binda seg til eina veiðu sum er eina helvt ella tveir triðingar lægri enn veiðan er í dag er einki minni enn ein katastrofa fyri landskassan og tí neyvan áhugavert hjá landsstýrinum.

Sum vit hava skrivað áður so hevur ES í brævið til landsstýrið gjørt greitt at Føroyar skulu koma við einum konkretum uppskotið um semju áðrenn nakrar samráðingar kunnu verða – men til dagin í dag er einki slíkt uppskot komið úr Føroyum.

Og tað leiður okkum til tað niðurstøðu at partarnir standa alt ov langt frá hvørjum øðrum til at Føroyska Landsstýrið kann byrjað at hugsað um at undirskrivað eina semju.

Málið um norðhavsildina og makrelin, snýr seg um at bjarga fiskastovnar, sigur Maria Damanaki – men hetta er ikki heilt rætt tí í veruleikanum so fiska Føroyar minsta partin av tí sum verður fiskað ov nógv.

Vit kunnu bert gita um tað sum gongur fyri seg í samskiftinum millum strandalondini og Føroyar og Ísland í løtuni – men okkara boð er at landsstýrið hevur minni áhugað í at skifta kós og tí verður bíðja í spenningi eftir um ES kommiserurin megnar at fáa eitt handilsbann samtykt í ES kervinum og hvussu umfatandi eitt tílíkt bann verður.

Nýggjastu útmeldingar frá frøði og vinnu er at tað er nógv meira makrelur og sild í føroyskum sjógvi í ár enn undanfarin ár og tað er eisini til fyrimuns fyri Føroyar – tí longri tíð makrelurin er í Føroyskum sjógvi meira áhugavert verður tað hjá útlendingum at landa til føroysk virki.

Lobbyvirksemið í Bruxell

Og verður hugt eftir kalendaranum yvir fundir hjá Mariu Damanaki seinastu tvey árini so er eitt masivt lobbyarbeiði verði gjørt fyri at ávirka politiska kervið í ES sum at ”steðga” Føroyum. Pelagiski fiskiskapurin hjá Føroyum og Íslandi hevur verið umrøddur á øllum hesum fundum:

Meeting with representatives of the Northern Pelagic Working Group of the European Association of Fish Producers Organisations (EAPO)

27/06/2013

Mission to Iceland: Meeting with Mr Sigurður Ingi JÓHANNSSON, Icelandic Minister of Fisheries and Agriculture (Reykjavik)

06/06/2013 – 06/06/2013

Meeting with Mrs Lisbeth BERG-HANSEN, Norwegian Minister of Fisheries and Coastal Affairs

05/06/2013 – 05/06/2013

Meeting with Mr Olivier LE NÉZET, Chair of Blue Fish association

29/05/2013

Meeting with Mr Simon COVENEY, Irish Minister for Agriculture, Food and the Marine and Ms Ulrike RODUST and Mr Gabriel MATO ADROVER, members of the European Parliament (Brussels)

23/04/2013

Meeting, in the margins of the Council, with Mr Simon COVENEY, Irish Minister for Agriculture, Food and the Marine (Luxembourg)

22/04/2013

Meeting with Mr Simon COVENEY, Irish Minister for Agriculture, Food and the Marine and Ms Ulrike RODUST, Member of the European Parliament

11/04/2013

Meeting with Members of Pelagic Freezer-trawler Association

26/03/2013

Mission to Dublin: speech at the meeting of the AgriFish Committees Chairpersons from National Parliaments of the European Union

11/03/2013

Mission to Tromsø, Norway:

21/01/2013

meeting withMs Lisbeth Berg-Hansen, Norwegian Minister of Fisheries and Coastal AffairsandMr Espen Barth Eide, Norwegian Minister of Foreign Affairs; keynote speech at the Arctic Frontiers Conference; visit to the Norwegian Seafood Council; meeting at the Norwegian Fishermen’s Sales Organization; signing Ceremony Agreement between the Arctic Council Secretariat and the Government of Norway

Mission to Dublin: meeting with the Irish Presidency of the Council of the European Union

10/01/2013

Meeting with Dr Peter Heffernan, Chief Executive of the Marine Institute in Ireland

06/12/2012

Meeting with Mr Pat the Cope Gallagher, Member of the European Parliament

06/11/2012

Meeting with Mr Simon CONVENEY, Irish Minister for Agriculture, Food and the Marine

03/10/2012

Meeting with Mr Gerard VAN BALSFOORT, Chairman of the Northern Pelagic Working Group

27/08/2012

Meeting with representatives of Spanish fishermen associations

16/05/2012

Meeting with Ms Lisbeth BERG-HANSEN, Norwegian Minister for Fisheries and Coastal Affairs

24/04/2012

Meeting with French fishermen representatives

22/03/2012

Meeting with representatives of the Spanish Fishing industry

07/03/2012

Visit to United Kingdom: meeting with Mr Richard BENYON, British Minister for the Natural Environment and Fisheries (London)

02/02/2012

Meeting with Mr Richard BENYON, Minister for Fisheries of the United Kingdom

05/12/2011

Visit to Norway – Commissioner Damanaki meets Ms Lisbeth BERG-HANSEN, Minister of Fisheries and Coastal affairs (Oslo)

17/10/2011

Harleyfacadeacryl