Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein: Vit hava vant nógv og hart

Jákup Ósá

KÍ venjarin staðfestir, at HB eru greiðir favorittar, men at tað als ikki er ómøguligt hjá KÍ at fáa nakað burturúr klassikaranum sunnudagin.

KÍ venjarin staðfestir, at HB eru greiðir favorittar, men at tað als ikki er ómøguligt hjá KÍ at fáa nakað burturúr klassikaranum sunnudagin.

Sunnudagin er dystur í Gundadali millum HB og KÍ. Hetta er søguliga sæð størsti dysturin í føroyskum fótbólti. Hesaferð liggur HB greitt á odda í Effodeildini, meðan KÍ liggur á 6. plássi.

Nøgdur við innsatsin

Eyðun Klakstein hevur staðið á odda fyri KÍ liðinum í trimum dystum higartil. Í fyrsta dystinum misti KÍ sigurin á stokkinum móti AB, meðan KÍ tapti tepur í truplu útidystunum móti EB/Streymi og ÍF.

– Tað er altíð ein trupul tíð at koma inn mikudag og spæla sunnudag. Og so er tað heldur ongantíð stuttligt ella gott at tapa. Men eg helt, at vit sóu góðan innsats til fleiri av dystunum og vóru óhepnir, at ikki fingu fleiri stig, sigur Eyðun Klakstein við Norðlýsið.

Liðini, sum ikki spæla Europa dystir í summar, hava havt frí frá dystum í góðar tríggjar vikur. KÍ hevur fyrireikað seg væl eftir umstøðunum, heldur venjarin.

– Vit høvdu fyrst ein steðg uppá eina góða viku. Leikararnir mugu fáa luft og summir hava brúk fyri eitt sindur av hvíld. Men síðani hava vit vant bæði nógv og hart. Summir leikarar eru kanska eymir av nógvu og hørðu venjingini, meðan aðrir hava brúk fyri eyka venjing og fáa hana. Annars er tað góða, at vit fáa vant eina tíð uttan at hugsa um dystir. Nú vilja so úrslitini vísa, um summarferian hevur hjálpt okkum, sigur hann.

Arbeiða við verjupartinum

Síðani Eyðun tók yvir, so eru tað serlig økir, sum dentur hevur verið lagdur á.

– Vit hava roynt at hildið fæst í tí góða, ið var áðrenn og so roynt at lagt nakað afturat. Vit vilja helst spæla meira og stýra meira og vit hava sæð ábendingar um, at tað gongur rætta vegin. Vit hava havt trupulleikar við sjálvsáliti og tí sum hoyrir til, tá eitt lið ikki vinnur samanhangandi í longri tíð. Tá byrja leikararnir kanska at ivast í, um teir eru nóg góðir. Men tað er eingin ivi um, at tað finnast nógvir góðir leikarar í KÍ og tað er kanska fyrst og fremst hepni, sum vit mugu duga betri at søkja. Afturat hesum hava vit arbeitt nógv við verjupartinum, tí ov nógv mál eru farin inn, sigur Eyðun.

15 umfør eru farin av kappingini sum merkir, at 12 umfør eru eftir. Har kann tí nógv henda, heldur Eyðun.

– 12 dystir eru eftir, og tá kann nógv broytast. Vit fara at royna at flyta okkum rætta vegin. Annars vil eg ikki seta nøvn á, men 12 dystir loyva avgjørt, at lið kunnu flyta seg langt bæði uppeftir og niðureftir, metir Eyðun.

HB dysturin

Sunnudagin er so fyrsti dysturin á skránni eftir summarsteðgin. Tá skal KÍ til havnar at vitja oddaliðið HB. Í KÍ hópinum er onkur smávegis broyting í mun til seinasta dyst.

– Hjá okkum er John Hammer ikki við í løtuni og hann hevur verið ein góður leikari at havt í hópinum. Jógvan Isaksen hevur verið skaddur, men er um at koma fyri seg. Og so er Meinhardt Joensen tøkur eftir leikbann. Annars eru allir leikarar tøkir. Vit hava ein breiðan hóp við nógvum góðum leikarum og hetta røkkur eisini út á bonkin. So tað er eitt val hjá venjaranum, at velja liðið út, og tað eri eg glaður fyri at kunna hava møguleikan til, sigur hann.

Og hóast HB er greiður favorittur, so hómar Eyðun møguleikan at fáa stig.

– HB eru favorittar, nú teir liggja greitt á odda og stevna fram ímóti FM heitinum. Teir hava spælt væl í ár og eisini í Europa League í summar spældu teir væl. Har afturat eru teir á heimavølli. Men hetta eru treytirnar, sum vit hava at liva við. Hinvegin hava vit avgjørt møguleikar til at fáa okkurt burturúr. Til tað krevst at vit fáa innsatsin fram, sum var vístur í nøkrum av seinastu dystunum áðrenn summarsteðgin. So mugu vit eisini søkja marginalarnar, sum skuldu til, sigur Eyðun Klakstein at enda.