Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er vakurt í Klaksvík á sumri…

Jákup Ósá

Veðrið vísir seg frá síni bestu síðu í Klaksvík um dagarnar.

Norðlýsið var úti við myndatólinum og tók nakrar myndir í vakra veðrinum í dag og í kvøld.

Bernhard Brim yrkti tað so væl í sanginum um Klaksvík:

Tað er vakurt í Klaksvík á sumri,
tá ið sólin hon kyssir hvørt strá,
og ei skýkloddi hómast á himli,
og ei fleyr sæst á speglblonku vág.
Tá hvør smáblóma tárar av gleði,
og hvør títtlingur syngur við gleim
og av hjarta lovprísar tí degi,
tá hann valdi sær Klaksvík til heim.
Ja, eg elski Klaksvík á kvøldi,
tá ið roðin um Nestindar fer;
og hvørt fjall eins og reyðagull skínur,
ert tú paradís mítt her í verð.